top of page

Biopeis - grøna loysnin at hugna um heimið

Lýsingargrein Kundi tú hugsa tær eina peis, sum skapar hugna og hita inni við livandi eldloga, uttan at tørvur er á skorsteini? Tað ber væl til!


Ein biopeis er ein umhvørvis vinarlig loysn, tí hon brennir við bioethanol, - eitt reint evni, sum framleiðir lítið av CO2 og hvørki royk ella øsku. Peisin krevur onga innstallatión og ongan skorstein. Tað er tí ein einføld loysn at hugna um heimið, sum als ongar broytingar krevur av umhvørvinum, har tú ætlar, at hon skal standa.


Eg bílegði mær eina biopeis í 2021 frá fyritøkuni Biopejs shop, ið er staðsett í Aalborg. Tað var sera einfalt at fáa hana til Føroya. Við prísi, mvg, tolli og frakt kostaði hon 7000kr, tá hon stóð í túninum hjá mær áleið eina viku aftaná bílegging. Eg avgreiddi alt handan telduskermin.


ree

Peisin í stovuni hjá mær. Brennið er einans til pynt, eins og skorsteinurin aftanfyri ikki verður nýttur.


Tað finnast alskyns sløg av nýmótans peisum, bæði gaspeisir, elpeisir og vatnpeisir. Tær kunnu hanga á vegginum, hanga niður úr loftinum, byggjast inn í veggir og standa á gólvinum. Eg valdi eina klassiska fríttstandandi bioethanol peis, tí við hesum brennievninum veitir peisin veruligan eld, heldur enn okkurt sum líkist eldsloga. Av somu orsøk gevur hon eisini hita í rúmið. Somuleiðis kann hon standa júst har, eg vil hava hana, - til eg havi hug at flyta hana onkra aðrastaðnis.


Januar útsøla er á biopejs shop fram til 12. januar 2025

Soleiðis gjørdi eg Tá peisin var bíløgd umvegis t-post, so fyritøkan kundi senda mær eina rokning uttan danskan moms, bað eg um stødd og vekt á vøruni/pakkanum. Hetta var fyri at kunna umbiðja prís frá Smyril Line Cargo til flutning til Føroya.

Eg skuldi upplýsa adressuna hjá SL Cargo í Hirtshals, og vøran varð síðani send hagar, og haðani flutt heim við Norrønu. Komin til Føroya, fekk eg t-post frá tollmyndugleikunum um at senda teimum fakturan við prísinum á. So fekk eg sendandi eina rokning uppá MVG gjald, sum eg betaldi beinanvegin, og sendi kvittanina frá bankanum til Smyril -Line, so til bar at gjalda og avgreiða tollskjøl sum skjótast. Smyril Line Cargo bjóðar sær til at avgreiða tollskjølini fyri kundar fyri (tá) áleið 200 kr., so tað lat eg tey um. Alt var sostatt avgreitt umvegis t-post og netbanka, og góða viku eftir bílegging, stóð pakkin við peisini í túninum hjá mær. Einasta eg skuldi gera, innan til bar at tendra peisina, var at opna pakkan, flyta peisina inn í stovuna og seta ílatið til bioethanolið, har tað skal vera. 




Hent ráð Tá ein umhugsar at keypa eina biopeis, er vert at taka støðu til, hvørt peisin skal hava glas fyri eldlogan ella ikki.  Tað kann vera hent, um ein hevur smærri børn ella eigur djór. Ein fríttstandandi peis er løtt at seta eitt vet út frá vegginum, so ongin vandi er fyri eldsbruna. Ein peis, sum hongur á vegginum, krevur í ávísum føri bjálving aftanfyri. Eisini er vert at hugsa um støddina á rúminum har peisin skal standa. Tí er rúmið lítið, kann tað ávirka inniklimað, um útluftingin ikki er góð í húsinum. 

Hevur tú ætlanir um, at hugna um títt heim við eini umhvørvisvinarligari peis, finnur tú stórt úrval og upplýsingar, sum kunnu vegleiða teg á heimasíðuni hjá Biopejs shop. Prísirnir eru frá áleið 3000kr. Bioethanol ber til at keypa í fleiri handlum í Føroyum, eitt nú hjá Borg og Colorama. Innan eg keypti peis, var eg fleiri ferðir inni á heimasíðuni, og legði til merkis, at tey javnan hava stak góð tilboð. Eitt nú fylti eitt starvsfólk 30 ár, og tá vóru ávísar peisir 30% bíligari. Eg valdi at keypa mína peis, tá hon var niðursett við 1000kr. Hetta gjørdi, at eg spardi mestsum alla útreiðsluna til frakt.Tað lønar seg tí at halda eitt sindur eyga við síðuna, so til ber at liggja framvið, tá góðu tilboðini koma. Les meira á heimasíðuni hjá Biopejs-shop niðanfyri her.



 
 
 

Kommentarer



Nethandlar.fo tekur onga ábyrgd av keyp og sølu millum kunda og nethandil

©2025 by nethandlar.fo                                                                                            

  • Instagram
  • Facebook
  • Blogger
bottom of page