Slowfashion í Jónas Broncks gøtu
- Lýsingargrein
- 18. dec. 2024
- 4 min læsning
Opdateret: 7. okt.

Elsa er føroyskur sniðgevi og íverkseti við egnari fyritøku. Hon heldur til í Jónas Broncks gøtu 42 í Havn við klædnamerkinum elsabech, sum hon selur í handlinum. Íblástur fær hon bæði úr stórbýum uttanlands og í Føroyum, og brúkar hon hugskotini til at seta dám á sína sniðgeving við mynstrum og litum, sum hon sær í føroysku náttúruni. “Feminine with a raw touch” kallar hon stílin.
Í hugnaliga handlinum hanga litríkir kjólar og glitrandi toppar nú jólini nærkast, og somuleiðis jakkar, frakkar og buksur í klassiskum stíli og litum. Støddirnar eru frá 34 til 46, og málbólkurin er bæði ungar og tilkomnar kvinnur.
“Eg royni at fevna breitt við mínum klædnamerki, soleiðis at bæði yngri og eldri kunnu hava eitt ávíst úrval. Eg gangi høgt upp í tilfarið, at tað er úr bummull, ull ella viskosu, og at klæðini skulu vera mjúk og bleyt og sita væl á kroppinum.”
Elsa sniðgevur eisini tilhoyr so sum taskur, turrikløð, smykkur og hárprýði, og hetta selur væl, serliga til tey yngru.
Skapandi evnini hevur hon altíð havt, og sum yngri brúkti hon nógva tíð uppá at binda, klippa og seyma við hond eftir egnum hugskotum. Tá hon flutti til Keypmannahavnar, fór hon á Columbine skolen, sum tá var ein privatur skúli innan sniðgeving. Hon greiðir flennandi frá, at tá hon søkti um upptøku á skúlanum, dugdi hon ikki at tráa eina seymimaskinu. Hon vísti tó á onnur skapandi evnir, og tað má hava verið nøktandi, tí inn slapp hon. Á skúlanum lærdi hon grundleggjandi førleikar innan sniðgeving, eitt nú at gera mynstur, tekna og seyma. Seinni fekk hon eisini útbúgving sum designteknolog, tí hon ynskti at læra at brúka nýmótans tøkni at arbeiða við sniðgeving. Á hesi útbúgvingini varð undirvíst í telduforritum at sniðgeva og tekna við, umframt í eitt nú framleiðslu og marknaðarføring. Endaliga uppgávan á skúlanum snúði seg um at stovna eitt virkið, og ástøðiligu vitanina nýtti hon eftirfylgjandi til at byrja egið virki.

“Eg havi altíð havt hug at sniðgeva og fáa mítt egna klædnamerki, hóast tað hevur tikið nøkur ár at ment fyritøkuna. Tað umfatar jú ikki bert sniðgeving, men eisini marknaðarføring, at stýra goymsluni, roknskap, hølir o.s.fr. Samstundis havi eg fingið børn, so tíðin hevur verið avmarkað líka til nú, tey eru vorðin eldri.” Í fyrstani hevði Elsa verkstað heima á bústaðnum í Keypmannahavn, og fór á messur ymsastaðni í Danmark at vísa fram sítt klædnamerki. Saman við øðrum sniðgevum fekk hon møguleika at leiga hølir í Fields, har hon kundi selja sína kollektión. Í 2014 flutti familjan til Malmø at búgva, og har fekk hon egnan fysiskan handil umframt nethandil. Elsa greiðir frá, at tað var har verulig ferð kom á virksemið. Tá familjan nøkur ár seinni flutti heimaftur til Føroya, opnaði Elsa handilin í Smæruni, har hon var, líka til hon í 2022 flutti í Jonas Brocks gøtu 42, har hon heldur til í dag.
Slowfashion Sum klædnamerki er elsabech ment við grundarlagi í slowfashion. Tað inniber, at fokus er á tilfarið og góðsku, at framleiðslan er umhvørvisvinarlig og fer fram við virðing fyri teimum, sum arbeiða í framleiðsluni. Klæðini, ið Elsa sniðgevur verða seymað uttanlands, og tá hon fær vøruroyndir sendandi, eftirkannar hon altíð um seymað er á nøktandi hátt, eins og hon vaskar klæðini fyri at vita um góðskan á tilfarinum verður varðveitt. Slowfashion inniber somuleiðis, at klæðini ikki eru í hópframleiðslu, men verða framleidd í avmarkaðum nøgdum, og at góðskan er á slíkum støði, at klæðini kunnu nýtast aftur og aftur. Harvið gerst slowfashion eisini ein politiskur boðskapur um, at ikki er neyðugt at skifta klæðir út ov ofta. Tað er ein fyrimunur fyri umhvørvið.

Avbjóðandi marknaðarføring Hóast tað er stuttligt at hava egna fyritøku, heldur Elsa eisini, at tað er avbjóðandi. Hon er ikki kappingarfør í mun til prísir, tá ræður um stóru útlendsku klædnamerkini, ið hópframleiða við bíligari tilfari, og kunnu keypa sær marknaðarføring í altjóðu miðlunum. Elsa saknar eisini møguleikan at kunna søkja um luttøku á føroyskum ráðstevnum uttanlands, har Føroyar verða marknaðarførdar. Hon kundi hugsa sær, at ein nevnd við ymsum fólkum kundu tikið avgerð um, hvør skal umboða føroyska klædnasniðgeving til slík átøk. Hon heldur, at á tann hátt vildi helst ein breiðari hópur av føroyskum sniðgevum verið umboðaður, enn tá onkur einstakur fær uppgávuna at samskipa eitt átak og velja hvør skal við. Nethandilin ger stóran mun Elsa hevur havt nethandil í nógv ár, sum nýliga hevur fingið nýtt snið. Nú er lættari er at finna runt í vøruúrvalinum. Hon heldur, at keypshátturin er broyttur, og at fólk tíma ikki eins væl at ganga úr einum handli í annan longur. Nú er vorðið meiri vanligt at sita heima við einum kaffikoppi og hyggja eftir vørum og keypa heimanífrá umvegis nethandlar. Vaksandi kostnaðurin fyri postgjald er tó ein avbjóðing, og tí bjóðar hon kundunum at heinta vøruna í handlinum fyri at spara postgjaldið. Hendan møguleikan eru tað nógv sum nýta. Tó upplivir hon eisini, at fólk koma inn í handilin, tí tey hava sæð okkurt á nethandlinum, sum tey ynskja at royna, innan tey keypa. Í so máta er nethandilin vorðin ein miðlapallur, har til ber at vísa vøruúrvalið og veita íblástur til, hvussu ein kann seta klæðir og tilhoyr saman. Samstundis hevur kundin møguleika at tryggja sær vøruna beinanvegin. Tí heldur Elsa, at nethandilin er ein góð íløga, har hon kann røkka um alt landið. Tú finnur nethandilin hjá Elsu á elsabech.fo umframt á nethandlar.fo
















Kommentarer