Kann man súkkla í Føroyum?
- Lýsingargrein
- 7. dec. 2024
- 4 min læsning
Opdateret: 7. okt.

Tað var ein spurningur, sum Berit og Bartal javnan hoyrdu, tá tey valdu at stovna fyritøkuna RENT A BIKE í 2018. Endamálið við fyritøkuni var upprunaliga at leiga súkklur til ferðafólk, umframt at bjóða súkklutúrar til bólkar við staðkendum ferðaleiðara. Tey halda til á Handilsgøtuni í miðbýnum í Havn, og komu væl frá byrjan. Skjótt gjørdist tó greitt, at eftirspurningur var ikki einans frá ferðafólki, men eisini frá føroyingum. Í 2020 valdu tey tí at víðka um virksemi til eisini at umfata súkkluverkstað og sølu av súkklum. Eftirspurningurin eftir súkklum øktist nógv, serliga undir korona farsóttini, tá ferðing til útheimin steðgaði.
Veðrið ongin forðing
Veðrið her um leiðir er onki at reypa av, og tí kann vera torført at skilja hugin at súkkla í Føroyum.
Men Berit greiðir frá, at umstøðurnar at súkkla í Føroyum gerast alsamt betri, og at fleiri og fleiri føroyingar velja at súkkla. Ferðafólk halda tað vera nakað heilt serligt at súkkla á føroysku vegunum og síggja havið øðrumegin og fjallalendið hinumegin.
Hitalagið er heldur ongin forðing í mun til aðrastaðnis í Europa, har hitin kann kennast kvalandi um summarið. Somuleiðis er stutt millum bygdir og áhugaverd støð, og tí eru nógv fleiri upplivingar at heinta í Føroyum, enn har fjarstøðan er størri.
Við el-súkklu røkkur ein longri
Til ber at keypa ella leiga el-súkklur frá RENT A BIKE. Við el-súkklu avgerð ein sjálvur, hvussu nógva ”hjálp” ein ynskir frá súkkluni. Tað er ein fyrimunur hjá teimum, sum ynskja at súkkla um landið, ella bara ein longri túr runt í Havnini. El-súkkla er serstakliga hent í Føroyum, heldur Berit, tí hóast vind og brekkur ber til at súkkla bæði langt og skjótt uppá eina løðing. Harafturat er tað stuttligt. Tí velja eisini fólk, sum eru fysiskt væl fyri, at nýta el-súkklu.

Tað er vorið tryggari at súkkla í Føroyum
Í 2017 kom ein kunngerð, ið loyvdi vegamyndugleikum at skipa gongubreytir soleiðis, at súkklandi kunnu súkkla á gongubreytum, har vandamikið er at súkkla á vegnum. Tað sæst aftur í Havn, har tað nú er merkt upp millum tann partin á gongubreytini, ið er ætlaður súkklandi og tann partin, sum framhaldandi er ætlaður teimum gangandi. Harumframt vera gøtuskipanir kring landið javnan tillagaðar. Soleiðis er trygdin við tíðini økt hjá teimum, ið súkkla. Tað er helst eisini orsøkin til, at Berit og Bartal seinnu árini hava merkt øktan eftirspurning eftir súkklum og súkkluupplivingum frá føroyingum. Bartal er einasti fjallasúkklu-instruktørur í Føroyum. RENT A BIKE bjóðar bólkatúrar, og tá er týðandi at hava førleika til skjótt at kunna meta um støðið hjá teimum súkklandi. Tað er fyri at kunna tillaga túrin í mun til støðið, so øll í bólkinum kunnu kenna seg trygg og fáa eina stuttliga uppliving.

Fokus á burðardygd og stuttflutt
Virðisgrundarlagið hjá RENT A BIKE er burðardygd. Serliga ferðafólk spyrja eftir burðardyggum møguleikum. Eitt nú hava bæði bólkar og einstøk ferðafólk víst á, at tí tey eru komin við flogfari til Føroya, er teirra CO2 kvota fyri ávíst tíðarskeið brúkt. Tey ynskja tí burðardyggar flutningsmøguleikar meðan tey eru her, og at bera okkurt aftur til landið.
RENT A BIKE hevur tí ment bólkatúrar til komandi summar, har tey súkklandi fáa møguleika at savna rusk ella ull í náttúruni í samstarvi við tey, sum varða av økinum. Eisini verður steðga á og greitt frá, har grøn orka verður nýtt.
Í handlinum í miðbýnum er hugburðurin til burðardygd eisini sjónligur. Veggirnir eru úr endurnýtslutilfari, og skilja tey alt burturkast. Matur og drekka til bólkatúrar verður keypt lokalt, eins og vatnfløskurnar eru úr endurnýtslutilfari og kranavatn verður nýtt. Soleiðis verður dentur lagdur á stuttflutt.

Bartal til arbeiðis á verkstaðnum hjá RENT A BIKE.
Á verkstaðnum hjá Bartal, har hann umframt súkklur, umvælir barnavognar, trillubørur, mánabilar og nærum alt annað sum hevur hjól, er endamálið viðlíkahald, soleiðis at vøran heldur sum longst. Hann hevur stórt úrval av eykalutum, men er súkklan gomul, koyrir hann niðan á Hjalla og keypir brúktar súkklur frá Dugna fyri at endurnýta lutirnar. Tað er í trá við hugburðin hjá NORA, ið stuðlar undir burðardyggari súkkluferðavinnu í útnorðri.
Stórt úrval, eisini á nethandilinum
RENT A BIKE hevur stórt úrval og selur umframt súkklur, el- og fjallasúkklur, eisini barnasúkklur, rennifjalir og rulluskoytir. Harumframt alla útgerð til hesar vørur. Berit greiðir frá, at hetta ofta verðar selt sum gávur til børn og ung. Síðani Bacalao skatepark opnaði fyri nøkrum árum síðani, er áhugin fyri rennihjólum og rennifjølum øktur, tí har hava tey ungu góðar karmar og felagsskap.
Í handlinum er stórt úrval av rennihjólum, rulliskoytum, rullifjalum og hjálmum í alskyns litum. (Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.)
Í 2022 valdu Berit og Bartal at stovna ein nethandil fyri at røkka um landið. Tað krevur eitt sindur av arbeiði at dagføra vøruyvirlitið, men sum heild økist keyp á netinum, og tí er neyðugt at fylgja við rákinum.
Bíleggingar verða sendar á bygd við Posta, men viðskiftafólk koma eisini inn á gólvið at royna vøru, tey hava sæð á nethandlinum. Kundin sær um vøran er á lagri, og tí veit hann beinanvegin um til ber at fáa hana, eitt nú innan jól.
Berit heldur, at nethandilin hevur verið ein góð íløga fyri at røkka viðskiftafólki um alt landið.
Tíðirnar broytast, og spurningurin um til ber at súkkla í Føroyum, hoyra tey bæði hjá RENT A BIKE ikki longur. Nú verður spurt um hvørja súkklu man skal velja sær. Við tíðini er vorið alsamt meiri vanligt at súkkla, - og fyri summi er tað eitt tilvitað val.
Finn nethandilin RENT A BIKE á rentabike.fo ella á nethandlar.fo















Kommentarer